Seks nýggjar barnabøkur á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur seks nýggjar bøkur út í ársins fyrsta bókaumfari

Gravkúgvin hjá Flekki

 

Hurr! Klams! Knas! Kom við, tá Flekk hjálpir pápa sínum at grava ein hyl til bóndagarðin. Eric Hill skrivaði og myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr enskum. Bókin er er sniðskorin pappbók, 12 síður og til børn sum eru 0-1 ár.

 

##med2## 

 

Stolni svøvnurin hjá Stellu

 

Tað er lættari at sovna, um tú lesur eina bók fyrst. Tað vita øll – eisini Stella og pápi hennara. Men aftan á níggju bøkur er Stella enn ikki troytt! Hevur onkur stolið hennara svøvn? Anete Melece skrivaði og myndprýddi, og Beinir Bergsson týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 32 síður og til børn sum eru 2-3 ár.

 

##med3##

 

Hvat er inni í mær?

Hvat er inni í mær? Hvat gevur mær mítt skap? Hvussu kann eg flyta meg? Hvat ger blóð? Og hvar fer maturin, eg eti?

 

Nú fara vit at kanna tað.

 

Katie Daynes skrivaði, Marta Álvarez Miguéns myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr enskum.

 

Bókin er pappbók við klaffum, 12 síður og til børn sum eru 4-5 ár. 

 


##med4## 

 

Einhyrningaskúlin – Sofía og Ælabogi

 

Sofía gleðir seg at ganga á Einhyrningaskúlanum og venja við Ælaboga, sín vakra einhyrning. Men tá Gliturvatnið broytir lit, og gandurin hjá einhyrningunum fer úr lagi, verða Sofía og Ælabogi noydd at fara á eitt stórt ævintýr í skóginum fyri at fáa alt í rættlag aftur. Tað krevur dirvi, samstarv og álit. Julie Sykes skrivaði, Lucy Truman myndprýddi, og Julia Rutt Petersen týddi úr enskum. Bókin er heft, 104 síður og til børn millum 6-9 ár.

 

##med5##

 

Náttarravnurin

 

Veturin hevur fastatøkur á Stokkhólmi. Tollbúðirnar eru stongdar av kava, og tað slepst hvørki inn ella út úr býnum. Foreldraleysa Mika býr á barnaheiminum. Fyri at bjarga sær hevur hon hvest sínar sera góðu gávur at síggja hvønn lítlan staklut og allar hóttandi støður. Johan Rundberg skrivaði, og Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum. Bókin er heft, hon er 194 síður. og til børn millum 10-12 ár.

 

##med6## 

 

Vit fara bara at súkkla framvið

 

Manda og Malin, bestu vinir í níggjunda, búgva í einari lítlari bygd, har lívið stendur í stað. Tær súkkla runt og vóna, at okkurt spennandi hendir. Tá ein nýggjur drongur brádliga stendur uttan fyri pitsaria, gera tær ætlanir um at fáa hansara uppmerksemi og sníkja seg til eitt ball. Men hvussu langt skulu tær fara fyri ein sjeik, og hvussu nógv vilja tær ofra? Ellen Strömberg skrivaði, og Ingun Háberg týddi úr svenskum. Bókin er heft, 268 síður og til ung.

 

##med7##