Í dag letur flytingarvindeygað aftur í Evropa. Millum stóru feløgini, ið leita eftir styrki er Manchester United. Tað ljóðar, at Edinson Cavani og Alex Telles verða nýggir spælarar á Old Trafford.
Edison Cavani er 33 ára gamal og hevur seinnu árini skotið nógv mál fyri Paris Saint Germain. Hann er uttan felag í løtuni. Alex Telles er vinstri bakkur, sum kemur úr portugisiskum fótbólti. Sum skilst so er hetta tilgongd, sum kann væntast í dag.
Síðani eru tað spælarar, sum Manchester United sigst vóna at fáa. Her eru fleiri boð. Eitt nú Osumane Dembélé hjá FC Barcelona, Jadon Sancho úr Borussia Dortmund og nú til seinast ljóðar eisini, at felagið hevur gjørt eina roynd, at keypa Ismaila Sarr frá Watford.
Serliga søgan við Osumane Dembélé er við at fáa ferð á, tí franski heimsmeistarin venur ikki við FC Barcelona í dag. Hann bleiv keyptur sum avloysarin hjá Neymar, men skaðar, og ein at síggja til, vánaligur hugburður ger, at hann ongantíð lyfti tað uppgávuna. FC Barcelona vil selja, so tað verður pláss fyri at keypa Mempis Depay frá Lyon.
Afturat hesum, so skriva bretskir miðlar, at Manchester United ætlar sær 18 ára gamla Amad Traoré frá italska Atalanta. Her er ein prísur upp á yvir 200 milliónir krónur nevndur, men at spælarin ikki væntast á Old Trafford fyrr enn í januar 2021.
Av øðrum er Arsenal enn eina ferð sett í samband við Thomas Partey, men vánaliga avrikið hjá eykamálverjanum hjá Liverpool, Adrian, ger felagið umhugsar at styrkja málmanspostin við Paulo Gazzaniga.