Í kvøld verður sagt, at fleiri spreingingar hava verið í býnum Luhansk í Ukraina, sum russar hava hertikið.
Millum tíðindastovurnar, sum bera hesi tíðindi, er eitt nú russiska tíðindastovan, RIA. Ukrainskir hernaðarbloggarar bera eisini somu tíðindi á sosiala miðlinum, Telegram.
Myndir verða vístar frá stóreldi, sum stóðst av spreingingunum, og guvernørurin í Luhansk skrivar á Telegram, at eitt øki, sum russiska loftverjan brúkar, er rakt í álopunum.
Í kvøld verður eisini sagt, at ein drona er skotin niður yvir Moskva, og her er tað tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur russiska guvernørin, Andrei Borobyov.