Í kvøld letur flytingarvindeyga í ensku Premier League aftur. Størsti spenningurin man vera um, hvørt Alexis Sanchez hjá Arsenal og Philippe Coutinho hjá Liverpool skifta felag ella ikki. Aðrir spælarar, sum væntandi skifta felag í dag eru Riyad Mahrez hjá Leicester, Diego Costa hjá Chelsea og Alex Oxlade-Chamberlain hjá Arsenal.
Ein spælari, sum nógv rok hevur verið um í summar er Virgil van Dijk hjá Southampton. Enskir miðlar vildu vera við, at hann hevði gjørt eina avtalu við Liverpool, men tá Southampton meldaði málið til enska fótbóltssambandið, bað Liverpool um umbering og lovaði at lata Virgil van Dijk fáa frið.
Chelsea, Arsenal og Manchester City sigast eisini vera áhugað í spælaranum, sum seinasta mánaðin hevur vant einsamallur, aftan á at hann boðaði felagnum frá, at hann ynskti at skifta felag og helst til Liverpool. So seint sum í morgun hevur formaðurin í Southampton tó boðað frá, at spælarin ikki er til sølu. Tað sigst annars, at feløgini eru sinnaði at rinda yvir 600 milliónir krónur fyri høga verjuleikaran.
Ein annar eftirspurdur verjuleikari er Johnny Evans hjá West Bromwich Albion. Leicester City, Manchester City og Arsenal.
Søgan um Philippe Coutinho hevur eisini nógvar kapitlar nú. Enn eru tó almennu boðini frá Liverpool, at spælarin ikki er til sølu, men spanskir miðlar vilja vera við, at Barcelona fer at royna við enn einum boði.
Ein annar spæalri, sum tykist vera á veg til Spania er Diego Costa, áleyparin hjá Chelsea. Hann er enn í feriu, eftir at hann gjørdist óklárur við Antonio Conte, venjaran í Chelsea. Hann vil sleppa aftur til Atlético Madrid, men spanska høvuðsstaðarfelagið hevur ikki loyvi at keypa nýggjar spælarar fyrr enn í januar. Nú verður roynt at fáa eina avtalu í lag, har Atletico Madrid keypir hann, men leigaran hann út til eitt annað felag, antin fram til januar ella alt kappingarárið. Flytingarvindeyga í Spania letur aftur í morgin.
Í gjárkvøldið boðaði algerska landsliðið frá, at Riyad Mahrez hevði fingið loyvi at fara frá landsliðssamlingini, tí at hann skuldi skifta felag. Enn er ikki greitt, hvat felag talan er um og leysasøgur vilja vera við, at hann situr á flogvøllinum í París og bíðar eftir, at umboðsmaður hansara gevur hon boð um, hvat flogfar hann skal seta seg í.
Alexis Sanchez tykist vera á veg úr Arsenal til Manchester City. Manchester-felagið hevur bjóðað 400 milliónir krónur fyri spælaran, men Arsenal havnaði tilboðnum. Nú sigst, at Arsenal kunnu vera sinnaðir at lata Alexis Sanchez fara, um teir fáa Raheem Sterling í býti. Tað ljóðar eisini, at Arsenal eru áhugaðir í at keypa Julian Draxler frá PSG.
Alexander Oxlade-Chamberlain er eisini á veg úr Arsenal til Liverpool fyri eini 300 milliónir krónur, meðan Inter kundu hugsa sær at leiga verjuleikaran Shkodran Mustafi.
Divock Origi sær út til at skula spæla í Wolfsburg í Týsklandi komandi kappingarár. Liverpool eru sinnaðir at leiga hann út. Liverpool royna enn at fáa eina avtalu í lag við Monaco um Thomas Lemar, men fáa kapping frá bæði Arsenal og Barcelona.
Tottenham eru um reppið at skriva undir sáttmála við franska verjuleikaran Serge Aurier, sum kemur úr PSG. Prísurin sigst liggja um 185 milliónir krónur. Tottenham eru eisini áhugaðir í spanska áleyparanum hjá Swansea, Fernando Llorente, men har liggur Chelsea eisini framvið, skilst.
Eitt er heilt víst, nógv umrøddu fax-maskinurnar hjá ensku feløgunum fáa úr at gera komandi tímarnar til vindeyga letur aftur.