Fleiri suðuroyingar revsaðir í ferðsluni í gjár

Løgreglan kannaði ferðsluna í Suðuroy í gjár

 

Á Tvøroyri kannaði løgreglan umleið 50 bilar. Og har vóru fleiri skrivaðir fyri ymisk ferðslulógarbrot. Fimm bilar høvdu lyktafeilir. Tveir vórðu skrivaðir fyri slitin dekk, og tveir høvdu ikki koyrikortið uppi á sær.

Løgreglan var eisini í Vági, har 80 bilar vórðu steðgaðir, og har vóru munandi fleiri bøtur enn á Tvøroyri. Tí har vórðu 25 bøtur skrivaðar. 13 fingu bót fyri fyri lyktafeil, fimm fingu bót fyri slitin dekk, tvey fingu bót fyri ikki at sita íbundin, ein fekk bót fyri at hava eitt ov lítið barn sitandi íbundið selan, uttan pútu undir, tvey fingu bót fyri at brúka telefonina undir koyring, og trý fingu bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær.