- Tað er betri at vera ein stórur fiskur í einum lítlum akvarium, enn at verða ein lítil fiskur í einum stórum akvarium.
Hetta verður kanska ein boðskapur, sum skal lokka føroyskar útsetar at flyta heim aftur til Føroya at búgva.
Tað, sum liggur í hesum er, at hjá framfýsnum og virkishugaðum ungum fólki, er tað lættari at gera mun og at byggja land í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska, enn tað er í einum stórum samfelag.
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin, var Erika Hayfield biðin at siga nøkur orð um fráflyting og fólkavøkstur.
Hon er forkvinna í arbeiðsbólkinum hjá samgonguni, sum skal koma við uppskotum um, hvussu vit fáa vent keðiligu gongdini við minkandi fólkatali í Føroyum, til ein fólkavøkstur.
Arbeiðsbólkurin er næstan liðugur og fer at leggja eitt álit fyri samgonguna fyrst í apríl.
Men á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum lyfti hon lokinum eitt lítið sindur á og greiddi heilt yvirskipað frá arbeiðnum.
Hon er samd við teimum, sum siga, at spurningurin um fólkavøkstur er størsta avbjóðingin, vit hava í samfelagnum.
Tað skilst eisini, at í álitinum, sum verður lagt fram í næstum, eru nógv uppskot og tilmæli, eisini tilmæli, sum fara at koma óvæntað á politisku skipanina.
Fráflyting og trot á kvinnur, er ein avbjóðing, sum øll útjaðarasamfeløg hava, so tað er ikki bara galdandi fyri Føroyar.
Men tað, sum ger tað spurningin nógv meiri álvarsaman hjá okkum er, at í øðrum londum flyta fólk úr útjaðaranum í stórbýirnar í hesum sama landi og sostatt minkar fólkatalið í landinum sum heild, ikki.
Men hjá okkum flyta tey uttanlands.
Í aftasta enda
Erika Hayfield sigur, at í álitinum hava tey ikki lagt so stóran dent á tann negativa partin í føroyska samfelagnum.
Heldur hava vit lagt dent á teir møguleikar, sum eru.
- Í Føroyum er støðan tann, at vit eru einar 2000 færri kvinnur enn menn og tað eru bara í 13 londum í heiminum, har kynsbýrið er ójavnari.
- Men tað merkir heilt einfalt, at tað verða ikki fødd nóg nógv børn í Føroyum til at fólkatalið veksur, hóast kvinnurnar í Føroyum, eru evropameistarar í at eiga børn við tað, at tær eiga 2,2 børn í part í miðal.
Hinvegin vísti Erika Hayfield á, at kringumstøðurnar í samband við tað at eiga børn, eru ikki nóg góðar.
Eitt nú eru umstøðurnar at vera í barnsburðarfarloyvi nógv verri í Føroyum enn í okkara grannalondum og tað er ógvuliga viðkomandi fyri at skapa fólkavøkstur.
Fleiri útlendingar
Kanningar hava víst, at helmingurin av teimum, sum fara av landinum, koma ikki heimaftur.
Og Erika Hayfield staðfestir hóast tey øll koma heimaftur, er tað ikki nóg mikið til at tryggja fólkavøkstur í Føroyum.
Tí verður tað neyðugt at gera tað lættari hjá útlendingum at koma til Føroya.
Men hóast vit reypa okkum av at hava eina lagaligari útlendingalóg enn danir, er tað nógv torførari hjá einum útlendingi at flyta til Føroya, enn tað mangan er hjá einum útlendingi at flyta til Dannarkar.
Føroyingar hava eina útlendingalóg, sum fevnir um øll uttanfyri Norðurlond.
Í Danmark hava tey eina útlendingalóg, sum fevnir um tey, ið búgva uttanfyri ES.
Vit hava eitt dømi um ein føroying, sum hevur lisið í Onglandi og sum hevur enskan maka, sigur Erika Hayfield.
Tey sleppa ikki til Føroya, fyrrenn tey hava verið saman eitt ávíst áramál.Hinvegin kunnu tey frítt búseta seg hvar sum helst í øllum Evropa.
- Hví skulu tey so tíma at flyta til Føroya, tá ið tað er so tvørligt og tá ið alt Evropa annars liggur opið fyri teimum, spurdi Erika Hayfield.
Ikki nokk
Hon sigur, at skulu vit fáa fólkavøkstur aftur í Føroyum, er tað nógv ymisk viðurskifti, sum skulu spæla saman
- Menn og kvinnur flyta ikki av somu orsøkum. Menn hugsa nógv um arbeiði og løn, men kvinnur hugsa meiri um at brúka sína útbúgving og sínar førleikar.
- Tí er tað ikki nóg mikið bara at útvega arbeiðspláss og so halda, at alt stendur væl til. Hevði tað verið nóg mikið, høvdu vit havt fólkavøkstur í rokárunum herfyri, men tað høvdu vit ikki, staðfestir hon.
Erika Hayfield sigur, at tá ið ung fara undir útbúgving, hava tey ikki nakra yvirskipaða ætlan.
- Tey hava ikki nakra ítøkiliga ætlan um at flyta burtur í nøkur ár, so koma tey aftur, tí
tey halda allar møguleikar opnar.
Men nettupp tað, at talan er um ungfólk, ger, at tey broytast ógvuliga nógv og tískil er skjótt, at Føroyar verða fjarðari og fjarðari fyri teimum
Hinvegin er myndin greið og hon er, at, sum dregur fólk heim aftur, eru familjan, vinir, netverk – og at Føroyar er eitt gott samfelag hjá børnum at veksa upp í.
- Men eitt, sum eisini eggjar teimum at flyta heim, er, at her kunnu gera mun.
- Tað er meiri lokkandi at vera ein stórur fiskur í einum lítlum akvarium heldur enn lítil fiskur í stórum akvarium.
Men tað skerst ikki burtur, at forðingarnar eru nógvar.
Ein høvuðsforðing eru bústaðarmøguleikarnar, tí útlitini til at noyðast at seta seg í skuld fyri tvær milliónir, styggir nógvar ungar familjur burtur.
- Tey vita, at flyta tey heim, verður Føroyar endastøðin, tí tey noyðast at binda seg á hond og fót.
Hjá útisetum er somuleiðis stórur saknur í útbúgvingum, einum lestrarumhvørvi og einum fakligum umhvørvi, tá ið tey eru liðug at lesa.
Nógv føla tað sum um at tey slókna fakliga, tá ið tey koma heim, tí her er ikki so gott fakligt umhvørvi ella fakligt netverk.
Í hesum sambandi vísti Erika Hayfield á, at einastu útjaðarar í Norðanlondum, sum hava framgongd, eru teir, sum hava útbúvingar og universitet.
Men tað eru eisini nógv, sum hava eina kenslu av, at flyta tey heim, skulu tey niður í løn, tí her er so nógv dýrari at fáa tak yvir høvdið og at liva sum heild.
Gloymdir útisetar
Erika Hayfield sigur, at nógvir føroyskir útisetar ganga við eini kenslu av, at føroyska samfelagið fullkomiliga gloymir tey, tá ið tey eru farin niður.
Tey, sum lesa uttanlands, verða javnan og savnan hálað út at vitja fyritøkur og stovnar og verða dýkt undir í teldubrøvum frá fyritøkum av ymsum slagi.
Hetta førir við sær, at tey, sum lesa, kunnu skjótt enda á einum spori, tey ikki ætlaðu sær.
Eitt dømi er um ein, ið fór at lesa lívfrøði, tí hann var áhugaður í fiski og ætlaði sær aftur til Føroya, men endaði við at spesialisera seg í hósnarungum.
Erika Hayfield heldur, at ein máti kann vera at gera skipanir, sum ger tað lættari at knýta samband ímillum tann lesandi og føroyska samfelagið.
Men tað er eisini ein stórur trupulleiki, at lesandi ikki sleppa í ALS. Tað ger, at nógv av teimum verða verandi í einum útlendsum A-kassa - og so er stórur møguleiki fyri, at tey fáa starv uttanlands og so verða tey verandi.
Men tað hevur eisini týdning, at tað verður tikið væl ímóti teimum, sum ætla at flyta heim.
- Útisetar greiddu okkum frá, at tey høvdu ringt til eina kommunu um barnaansing, men tað var ringt at fáa svar. Og einaferð fingu tey tann spurning frá kommununi um tey ”virkuliga hildu, at tey bara sótu og bíðaðu til tey fluttu heim”
Erika Hayfield heldur, at her má broyting koma í.
- Ótryggari umstøðurnar eru, tess størri er vansin at útisetar sleppa ætlanini at flyta heim og tí má hugburðurin hjá almennum myndugleikum broytast, so at tey, sum vilja flyta heim, fáa eina góða móttøku.
Men so eru tað eisini nógv, sum nevna prísin á ferðaseðlum sum eina forðing fyri at flyta heim.
Ótrúliga negativ
Harafturat heldur Erika Hayfield eisini, at hvør einstakur okkara hevur skyldu at gera sítt.
Tað er neyðugt við einum hugburðsbroyting. Tað skerst ikki burtur, at útisetar hava eina ótruliga negativa uppfatan av Føroyum, serliga tey, sum hava verið leingi burtur.
- Og tey, sum flyta eim aftur, verða ofta spurd, hvat tey eru komin heim til til.
- Fara tey ungu at læra, ella læra vit tey at fara við at trútta niður í tey, at her er onki verðandi stað?
Hon staðfesti eisini, at útisetar eru ómetaliga ónøgdir við føroyskan politikk. Men spurningurin eisini, at tey føla kanska ikki, at tey hava nakra umboðan á Føroya Løgtingi.
Tey hava valrætt, men halda, at skipan er tvørlig.
Hví kunnu vit ikki gera tað lættari hjá teimum at verða umboðað á tingið, so kunnu gera sína ávirkan galdandi, spurdi Erika Hayfield.
LES EISINI GREININA : Edmund sparkar eftir formanninum
LES EISINI GREININA: Flóvisligt at vera sambandsmaður