Í dag eru tað 11 prosent fleiri ungfólk í aldrinum 15 til 29 ár, sum fáa krabbamein, enn fyri 20 árum síðani. Tað skrivar metroXpress út frá tølum hjá Kræftens Bekæmpelse. Tað jaliga er, at í dag doyggja 49 prosent færri av krabbameini í hesum sama aldursbólkinum enn í fyri 20 árum síðani.
Tað er líkt til, at móðurmerkjakrabbi er ein orsøk til, at krabbameinstilburðirnir eru vorðnir fleiri. Hetta er serliga galdandi fyri ungar kvinnur og kemur ofta í sambandi við ov nógva sól ella solarium, sigur Gerda Engholm hjá Kræftens Bekæmpelse við metroXpress.
-Men ein onnur orsøk er eisini, at fólk hyggja betur eftir, og at støðugt fleiri fara til kanningar fyri at vita, um tey hava móðurmerkjakrabba, sigur hon.
At færri ung doyggja av krabbameini kemst av, at viðgerðin er vorðin betri.