Hósdagin í seinastu viku var umsóknarfreistin úti til miðnámsskúlarnar, og nú sita skúlaleiðslurnar og telja upp og finna útav, um skúlarnir kunnu taka ímóti øllum umsøkjarunum.
Sosialurin hevur ringt runt til flestu skúlarnar. Enn eru tað bara fyribilstøl, tí næmingar søkja ofta fleiri skúlar.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið hevur fingið met nógvar umsóknir, 373. Hetta er met. Í fjør var talið nakað lægri, fyrraárið 339. Størsti parturin er framvegis til matematisku deild, men framgongdin er størst til málsligu deild.
Skúlin hevur skuldu at taka inn allar skikkaðar umsøkjarar til studentaskúlin, og nú situr leiðslan og roynir at finna útav, hvussu nógvum næmingum skúlin kann hýsa komandi ár.
Á leið tað sama
Studentaskúlin og HF-skeiðið á Kambsdali hevur fingið 26 umsóknir til HF og 88 til studentaskúlan, og hetta er eitt sindur minni enn í fjør.
Føroya Handilsskúli í Havn hevur fingið 184 umsóknir, 60 til FHS, 77 til HH2 og 47 til HH3. Hetta er nakað minni enn í fjør.
Skúladepilin í Hovi og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hava fingið á leið líka nógvar umsóknir sum í fjør.
Tekniski skúlin í Havn hevur fingið 241 umsóknir, og tað er nakað meira enn í fjør.
Tað serliga hjá tí skúlanum er, at 80 gentur hava søkt inn á hárdeildina, og so nógvum næmingum kann henda deildin als ikki taka ímóti.
Matútbúgving dregur
Tekniski skúlin í Klaksvík hevur fingið 90 umsóknir til SIT, og serliga nógvar umsóknir eru til SIT-Mat. Hetta er ein støðisútbúgving, og næmingarnir kunnu so fara víðari og útbúgva seg til kokk, tænara, bakara og annað.
HT- hevur fingið 37 umsóknir, á leið sum í fjør. Hetta talið heldur sær, tí tað eru ikki so nógv skúlatilboð til gentur. Á HT eru tó helvt um helvt líka nógvar gentur sum dreingir.
Klaksvíkar HF-skeið hevur fingið 37 umsóknir, á leið tað sama sum í fjør. Skúlin fekk tó bara lovi at taka inn ein flokk.
Fleiri skúlaleiðarar siga, at stóra arbeiðsloysið millum ung sæst aftur á umsøkjaratalinum. Árgangirnir eru tó minni. Fleiri ung søkja inn á skúla ikki tí tey tíma so væl, men tey vita einki annað at taka sær til. Eydnast teimum at finna okkurt arbeiði, gevast tey, og tað er kanska serliga galdandi fyri gentur.