Fleiri uppsagnir í ferðavinnuni

62 N hevur sagt 37 fólkum upp, og Gist og Vist hevur sagt nøkrum og 20 fólkum upp

Koronakreppan rakar ferðavinnuna sera hart. Og nú eru tær fyrstu uppsagnirnar komnar.

Ferðavinnufyritøkan 62 N hevur í dag sagt øllum starvsfólkunum úr starvi. Talan er um 37 starvsfólk.

Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tikið avgerð um at siga øllum starvsfólkunum upp. Tað er gjørt, nú tað sær sera dapurt út viðvíkjandi at ferðafólk koma til landið í summar.

– Støðan er álvarsom, og pengarnir fossa úr kassanum í løtuni, sigur Bergur Thomsen, stjóri, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

– Sum tað sær út nú vera ongar inntøkur í ferðavinnuni í summar. Nær triði hjálparpakkin kemur, er óvist, og nú ber ikki til at bíða longur, sigur stjórin í 62 N við Kringvarpið.

Flestu av starvsfólkunum í 62 N vórðu farin í koronaskipanina hjá ALS. Virksemið heldur tó fram í uppsagnartíðini.

Nøkur og 20 uppsøgd hjá Gist og Vist

Gist og Vist hevur eisini sagt nógvum av starvsfólkunum upp.

– Vit hava sagt nøkur og 20 fólkum úr starvi. Harumframt eru fleiri tímalønt, sum vit ikki hava tørv á longur, segði Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist við Kringvarpið í gjárkvøldið.

Hotel Tórshavn, Hotel Vágar og fleiri matstovur í Havn steingja. Hotelvirksemið verður tó á Hotel Føroyum.

Fleiri av matstovunum hjá Gist og Vist steingja eisini.

Flestu av starvsfólkunum hjá Gist og Vist vóru annars farin í koronaskipanina hjá ALS.

– Í februar høvdu við 323 fólk á lønarlistanum, men í mars vóru bara 20. Ferðavinnan í ár er farin fyri bakka. Vit vóru noydd til tað gera hetta, sigur Johannes Jensen.