Flemming hevur einki hoyrt

Hóast ensku bløðini í heilum nevna FCK venjaran, Roy Hodgson, sum møguligt evni til landsliðsvenjarasessin, so hevur FCK ikki hoyrt nakað sum helst um hetta.

Stjórin í felagnum, Flemming Østergaard, sigur viði Ritzau, at teir als einki hava hoyrt frá enska fótbóltssambandinum.

- Vit kunnu ikki taka støðu til slatur og leysatíðindi, sum bert hava til endamáls at selja bløðini, sigur Østergaard.

Enska fótbóltssambandið sigur seg ein lista við trimum møguligum evnum, sum teir í nærmastu framtíð fara at tosa nærri við.

Í ensku miðlunum verður gitt, at hesir tríggir eru Roy Hodgson hjá FCK, Svenski Sven-Göran Eriksson úr Lazio og fraklendingurin hjá Arsenal, Arséne Wenger

Ensku miðlarnir vilja eisini vera við, at Hodgson er favoritturin av hesum trimum, tí hann fram um hinar er enskur borgari. Nakað sum í stóran mun talar til fyrimuns hjá ærukæru bretunum.