Flemming Mikkelsen 75 ár

Í dag, mánadagin 21. november, verður Flemming Mikkelsen í Vági 75 ár.

Flemming var í 20 árvaldur løgtingsmaður í Suðuroyar valdømi fyri Sambandsflokkin.
Flemming er sonur Louisu Mikkelsen í Vági. Vegna heilsutrupulleikar hjá mammuni vaks hann upp hjá Lisu og Thomas Nielsen á Løðhamri í Vági, sum sostatt vóru fosturforeldur hansara. Tey áttu sonin Tormod føddur í 1931. Hann býr í Danmark. Mása Joensen, sum er fødd í 1938 og býr í Vági, vaks eisini upp har.
Eftir lokið preliminerprógv í 1947 fór Flemming í læru sum jarnsmiður á skipasmiðjuni í Vági. Har varð hann avlærdur í 1952, og hann starvaðist á skipasmiðjuni, sum tá taldist millum størstu arbeiðsplássini í Vági, inntil hann í 1979 - stutt eftir at hann var vorðin tingmaður - fór úr starvi. Trý tey seinastu árini á skipasmiðjuni var Flemming smiðjumeistari.
Sambandsflokkurin hevur altíð verið stinnur í Suðuroy. Í mong ár vóru tað teir báðir Andreas Djurhuus í Vági og Kristian Djurhuus í Trongisvági, sum umboðaðu flokkin í Suðuroy í landspolitikki. Teir góvust í politikki ávikasvíst í 1974 og í 1970. Í 1974 varð valevnið á Tvøroyri valt á ting, men í 1978 og á øllum valunum fram til valið í 1994 valdu suðuroyingar Flemming Mikkelsen at umboða Sambandsflokkin á tingi. Flemming fall í 1994, men í 1998 varð hann valdur aftur á ting. Undan valinum í 2002 boðaði Flemming Mikkelsen frá, at hann fór at taka seg burturúr politikki, og tískil var hann ikki á listanum í 2002.
Flemming gjørdi ikki nógvan háva burturúr sær sjálvum í Løgtinginum. Hann var spakur, og hann var trúgvur og drúgvur. Hann var tilvitaður um, at hann bæði umboðaði suðuroyingar og Sambandsflokkin á tingi, og hann var eitt nú limur í vega og havnanevndini, landsstýrismálanevndini og fíggjarnevndini. Eisini var hann eitt skifti løgtingsgrannskoðari, og eitt skifti var hann annar tingskrivari, sum tað nevndist tá.
At Flemming tók politiska álitisstarvið í stórum álvara kom eitt nú til sjóndar í, at hann segði borgarliga starvið frá sær, tá ið hann var vorðin tingmaður.
Flemming var nøkur ár nevndarlimur í Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági, 1962-66 var hann limur bæði í skúlanevndini og í líkingarnevndini í Vági, 1982-96 var hann nevndarlimur í Føroya Vanlukkutrygging, 1985-98 í grunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn, formaður í Ráðleggingarnevndini fyri Sjúkrahúsverk Føroya, tá ið henda varð avtikin í 1996, og limur í stýrinum fyri Suðuroyar Sjúkrahús, tá ið hetta varð niðurlagt í 1996. Frá 1997 var hann eitt stutt skifti nevndarlimur í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya.
Valskeiðini 1976-80 og 1980-84 var Flemming Mikkelsen limur í Vágs býráð. Fyrra skeiðið umboðaði hann ein borgaralista, og seinna skeiðið umboðaði hann Sambandsflokkin. Flemming stillaði ikki uppaftur til býráðsvalið í 1984.
Flemming Mikkelsen er giftur Irenu, fødd Lognberg og ættað úr Skopun. Tey búgva í Høgabø, og tey eiga trý børn - Súsanna ella Sussa, sum hon verður nevnd, og Tulla Teresa búgva báðar í Vági, og Sonni býr í Havnini. Abbabørnini eru níggju í tali, og Flemming eigur trý langabbabørn.
Føðingardagin helt Flemming saman við familjuni leygarkvøldið.