Flestu partrolarapør til fiskiskap

Fiskiskapurin hjá trolbátunum er heldur minni nú, men er kortini brúkiligur.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og eitt ella tvey pør koma inn at landa mánadagin. Onnur pør koma inn at landa miðskeiðis og síðst í næstu viku. Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks, og tveir fiska svartkalva og kongafisk. Væntandi koma tvey av skipunum inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Í dag eru fýra trolbátar til fiskiskap. Helst koma tveir inn at landa mánadagin, og tveir koma væntandi mikudagin. Fiskiskapurin hjá trolbátunum er heldur minni nú, men er kortini brúkiligur, verður lagt aftrat.