Flestu ársverkini eru í línuflotanum

Kappingin um flestu ársverkini í okkara fiskiskipaflota, stendur millum línuskipini og partrolararnar. Á triðja plássi koma rækjuskipini, men umborð á hesum skipum vóru 50 mans færri í 2002 enn í 2001, vísir roknskapargreiningin hjá Rasmussen & Weihe

Ársverk

Í greineiningini av fiskiskipaflotanum, sum grannskoðarafyritøkan, Rasmussen & Weihe, hevur gjørt, er eitt yvirlit, sum lýsir, hvussu nógv ársverk eru í fiskivinnuni á sjógvi.
Fyritøkan hevur áður gjørt greiningar av fiskiflotanum, men hetta er fyrstu ferð, at ársverkini eru tikin við. Greiningarnar av flotanum sum heild snúgva seg um 5 ár, nevniliga árini 1998-2002, men felagið hevur bert tikið ársverkini við seinastu tvey árini, í 2001 og 2002.

Stavn um stavn

Talvan vísir, at samlaðu ársverkini í fiskiskipaflotanum vóru tilsamans 1.498 í 2001 og 1.443 í 2002.
Vert er at leggja til merkis, at tað serliga er línuflotin og partrolaraflotin, sum hava tey flestu ársverkini.
Í 2002 liggur línuflotin fremstur við 328 ársverkum og partrolaraflotin á øðrum plássi við 307 ársverkum.
Í 2001 er øvut; tá liggur liggur partrolaraflotin fremstur við 316 ársverkum og línuflotin á øðrum plássi við 310 ársverkum.

Rækjuflotin

Taka vit rækjuflotan, sum nógv hevur verið frammi seinastu tíðina, eru ársverkini í 2001 225 í tali. Sostatt liggur rækjuflotin á einum triðja plássi, bæði í 2001 og í 2002. Í 2002 eru ársverkini í hesum parti av flotanum 175 ella 50 færri enn árið fyri.
Tølini fyri 2003 eru ikki við í uppgerðini, og tískil sæst ikki, hvussu mong ársverk nú eru eftir í rækjuflotanum.
Bæði í 2001 og 2002 koma verksmiðjutrolararnir á einum fjórða plássi við ávikavist 172 og 167 ársverkum.

1443 fiskimenn

Vit plagdu at siga, at Føroyar hava einar 2.500-3.000 fiskimenn. Hvussu rætt hetta tal er í dag, er ivasamt.
Í roknskapargreiningini hjá Rasmussen & Weihe er samlaða talið av ársverkum í fiskiflotanum í 2002 1.443. Men her skulu vit tó hava í huga, at nøkur skip eru ikki við í greiningini, tí teirra feløg hava ikki skyldu at lata inn almennan roknskap. Tað er í fyrsta lagi almennu tølini, ið greiningin byggir á. Aftrat hesum sigla føroyskir fiskimenn eisini við útlendskum skipum, og hesi ársverk eru heldur ikki tikin við.
Samanumtikið eru tó flestu skipini í okkara fiskiskipaflota við í greiningini, og tí gevur hon eina rættiliga góða mynd av støðuni.