SÍ-Fleyr 0-2
(11-21, 12-21
13-21, 14-21)
Nýggjur meistari er kosin í mansflogbólti og, sum tað longu hevur verið kunnugt fyri teimum flestu, so gjørdist Fleyr meistari.
Sunndagin vunnu teir dystin móti SÍ í Sørvági og nú er einki at gera hjá hinum liðunum í deildini. Fleyr er so nógs stig frammanfyri, at teir kunnu ikki fáast aftur.
Móttøkan sveik
Sum settúrslitini siga, var ongantíð nakar ivi um, hvat av liðunum fór at vinna. Spælið hjá Fleyr koyrdi nógv betri enn tað gjørdi hjá SÍ, og sum vit hava skilt, var tað serliga móttøkan hjá S´+I, sum sveik.
Móttøkan er, sum kunnugt, grundarlagið undir einum vælskipaðum álopsspælið, og tá móttøkan ikki er nóg góð, fer restin av lagi.
Sørvingar høvdu fingið sær styrk til dystin móti Fleyr, tí Suni Hansen, sum í fjør spældi við ÍF, var við teimum, men tað var ikki nóg mikið til at gera nakað við Fleyr.
Tað, sum SÍ vann, vann Jón Nielsen, og tað er kanska júst tekini um veikleikan hjá SÍ. Jón er so øgiliga einsamallur at vinna bóltarnar hjá teimum. Takið kann gerast honum ov tungt, tá eingin hjálp er at fáa frá hinum leikarunum.
Sum eftir ánni
Hjá Fleyr gekk harafturímóti, sum eftir ánni. Spælið var vælskipað og álopsspælið gekk eisini sera væl, hóast Jan Hentze sunnudagin var farin á liberoplássið at spæla orsakað av snuddi í knøunum. Plássið er honum kortini ikki heilt fremmant, tí tá Oyggjaleikirnir vóru, spældi hann framúr væl á liberoplássinum.
Í hansara stað var Pauli Hansen settur at spæla kantáleypari, og tað eydnaðist stak væl.
Rumenski venjarin hjá Fleyr, Pascu Romiva, mundi ikki halda stóra vandan lúra, tí hann hevði sett seg sjálvan uttanfyri, meðan hinir stríddust inni á vøllinum.
Nú er tað steypafinalan
Hetta kappingarárið er avgjørt og í veruleikanum hevur Fleyr einki at spæla um, men soleiðis er teirra fatan kortini ikki. Tríggir dystir eru eftir at spæla í ár og teir skulu vinnast, siga havnamenninir.
Men kortini er eitt annað mál í ár. Eitt mál, sum ikki hevur verið har fyrr, og tað er steypafinalan. Hana ætla Fleyrleikararnir sær eisini at vinna, og tað er eisini skillligt. Hetta er fyrsta árið at møguleiki er at vinna greipuna, og tann møguleikan lata teir sær neyvan gleppa av hondum.
Mótstøðuliðið í steypafinaluni, sum verður leikt seinni í ár, og sum vit hava skilt, FBF arbeiðir við at fáa senda beinleiðis í SvF, verður Mjølnir, sum vann semifinaluna á Fram, fyri eini viku síðan. Hetta skuldi verið borgan fyri eini góðari og spennandi finalu, tí liðini eru góð, bæði tvey, og higartil í ár, er tað fyri so vítt bara Mjølnir, sum hevur givið Fleyr líkinda mótstøðu.