Mjølnirkapping:
Fyrst í januar vóru eldru føroysku flogbóltsdeildirnar til kapping í Klaksvík. Her skipaði Mjølnir fyri sokallaðu Mjølnirkappingini. 20. januar var túrurin so komin til yngru deildirnar hjá teimum ymisku feløgunum.
Hjá bæði gentum og dreingjum bleiv kappast í fimleikahøllunum í Klaksvík, á Fossanesi og í KÍ-høllini, og hergjørdist havnarfelagið, Fleyr, stóri vinnarin.
Fleyr fekk góð úrslit
Fleyr var felagið, sum veruliga setti dagsskránna hjá kvinnum. Í næstelsta aldrinum, gentir 14 ár, eydnaðist Fleyr at vinna kappingina frammanfyri Mjølnir og SÍ og ávikavist øðrum og triðja plássi.
Hetta gjørdist ikki einasta kappingin, sum Fleyr vann henda leygardagin í Klaksvík. Yngstu genturnar hjá felagnum vunnu eisini sína kapping, og sostatt gjørdist Fleyr mest vinnandi liðið á gentusíðuni.
Fleyr vann eisini bronsuheiðursmerki hjá teimum yngstu, samstundis sum kvinnuunglingarnir eisini vunnu bronsu.
SÍ vann eisini kvinnuunglingar
Í elsta aldursbólkinum, kvinnuunglingum, eydnaðist sørvingum at vinna. Meistaradeildarliðið hjá SÍ er mannað av nógvum góðum ungum leikarum, og onkur av hesum var eisini á unglingaliðnum hjá SÍ, so tí er ikki so óvæntað, at SÍ vann hesa deildina.
Nærmasta framtíðin sær sostatt ljós út hjá sørvingum, tí dreingirnir megnaðu eisini at vinna elsta aldursbólkin, so í hesum aldursbólkinum tykist SÍ vera rættiliga væl fyri.
Sørvingar fingu eisini eitt bronsuheiðursmerki hjá gentum 14.
TB vann alt hjá gentum 12
Í seinasta aldursbólkinum, gentir 12 ár, fór TB avstað við at kalla øllum. Í finaluni møttust nevniliga tvey lið hjá flogbóltsfelagnum av Tvøroyri, TB a og TB d, og sostatt var longu greitt tá, at TB fór at vinna bæði gull og silvur.
TB a vann kappingina, og við hesum flotta úrsliti hjá teimum 12 ára gomlu gentunum gjørdist TB næstmest vinnandi liðið á gentusíðuni.
Vinnarar hjá gentum:
Kvinnuunglingar:
Gentur 14:
Gentur 12:
Gentur 10:
Medaljubýti:
Fleyr 2 gull, 2 bronsu
TB 1 gull, 1 silvur
SÍ 1 gull, 1 bronsu
Mjølnir 2 silvur
ÍF 1 silvur
KÍF 1 bronsu