Mangan verður sagt, at føroyingar eru sjáldsamir í so máta, at teir lata seg pent í, tá ið teir skulu út at ferðast. Tað má sigast, at hesin kundin hjá Atlantic Airways er einki øðrvísi í so máta. Tí í gjár kom tjóðbúnin við umborð á Atlantic.
- 81 ára gamli Torbjørn Joensen var uttan iva best klæddi harrin umborð á flogfarinum Williami í gjár. Hann elskar at ferðast, og hvørja ferð, hann fer á flog, letur hann seg í føroysku klæðini. Er hann ikki fínur, skrivar Atlantic Airways á Facebook síðuni hjá felagnum í dag.
Torbjørn er her avmyndaður í stýrhúsinum saman við versoninum, Jóan Paula Olsen, og flogskiparunum Rúna Højgaard og Jóhan Vágadal á veg heim til Føroyum.