Føroysku U17-genturnar vunnu í morgun ein tryggan 3-0 sigur á Grønlandi í evropeisku kappingini í Ikast. Hetta var samstundis seinasti dysturin hjá U 17 gentunum, sum sostatt endaðu á einum 7. plássi aftanfyri Danmark, Svøríki, Finlands, Noreg, Ísland og Ongland. Finalurnar verða spældar seinni í dag.
U 17 landsliðið fekk sostatt ein sigur á ferðini, umframt at tær tóku sett frá Noreg og Danmark.
Klokkan 14 spæla U17 dreingirnir avgerðandi dystin um 5. plássið ímóti Íslandi.
Føroyar-Grønland 3-0
Settúrslit: 25-9, 25-15 og 25-11
Leikararnir á liðnum í dag vóru:
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Elsa Samuelsen, KÍF
Inga Helena Henriksen, SÍ
Eva Gunn Niclasen, SÍ
Sára Maria Johansen, TB
Maria Gøthe Magnusdótti, Fleyr
Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Fleyr
Bjørk Nolsøe Isaksen, Fleyr
Barbara Káradóttir Durhuus, Fleyr
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Zoe Elisabeth Dickson, KÍF
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr
Venjari: Romica Øster
Hjálparvenjari: Magnar Kári Vang
Liðleiðari: Hanna Helena Weihe Simonsen