Flogbóltur: Her eru øll tey bestu

Her eru allir vinnararnir frá gallaveitsluni hjá flogbóltinum, sum var um vikuskiftið

Á Galla-veitslu sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipaði fyri í gjárskvøldið fingu bestu spælararnir henda heiðurspláti fra Magnusi Tausen, formanni í Flogbóltssambandinum.

 

Les eisini: Anja er ársins spælari

 

Hjá kvinnunum vann Fleyr seks av sjey heiðrunum, meðan tað var meira javnt býtt hjá monnunum millum ymisku feløgini. Venjararnir og liðskiparar á einstøku liðunum í meistaradeildini hava seinastu vikuna stemmað um bestu spælararnir.

 

Les eisini: Thorvald er ársins spælari hjá monnum

 

Størsta heiðurin fingu Anna Sonnadóttir Danielsen úr Fleyr, og Thorvald Danielsen úr Mjølni. Tey eru kosin til ársins spælarar í flogbólti 2017/18. 

 

Vegna Jan Hentze tók Rói Hentze móti plátuni, vegna Bogan Ilic tók Andreas Reinert Zachau ímóti, og vegna Bjarna Larsen tók Teitur Eliasen ímóti.

 

Myndin: 
Aftast frá vinstru: Kristian Mikkelsen Fleyr, ársins venjari, Andreas Reinert Zachau (vegna ársins venjara hjá monnum, Boban Ilic), Meinhard L. Mohr (vegna Bjarna Larsen, ársins verjuleikara), Anja S. Danielsen, Fleyr, ársins leikari og ársins áleypari, Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr, ársins blokkleikari, Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur, ársins verjuleikari, Hanna Iandóttir Biskopstø, Fleyr, ársins hevari og ársins stjørnuskot

 

Fremst frá vinstru: Thorvald Danielsen, ársins leikari og ársins hevari, Steffan Rosenlund Olsen, Mjølnir, ársins áleypari, Trygvi Hansen, ÍF, ársins blokkleikari, Hjørtur Joensen, SÍ, ársins stjørnuskot.