Flogbóltssambandið hevur sett liðleiðaranevnd

Flogbóltssambandið hevur skipað nýggja undirnevnd – eina liðleiðaranevnd. Uttanlands verður tað kallað ”Team Managers”, skrivar Flogbóltssambandið

Flogbóltssambandið hevur skipað nýggja undirnevnd – eina liðleiðaranevnd. Uttanlands verður tað kallað ”Team Managers”, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Liðleiðaranevndin tekur sær so at siga av øllum praktiskum rundan um landsliðini, so sum fyrireiking í sambandi við til dystir. Liðleiðararnir eru so eisini ferðaleiðarar, tá ið landsliðini eru uttanlands.

 

- Hetta er ein sera týðningarmikil uppgáva og eru vit sera takksom fyri, at henda nevndin er farin til verka longu nú, so klárt er til allar 12 CEV EM-undankappingardystirnar í næstum, umframt tríggjar kappingar fyri U17, U18 og U19 fyri bæði gentur og dreingir, verður sagt úr Flogbóltssambandinum.

 

Í nevndini eru Jónley Poulsen (forkvinna), Hanna Helena Weihe Simonsen, Randi Larsen og Guðrun Joensen.