Flogbóltssamband Føroya umhugsar í hesum døgum, um tey skulu meldað nakað flogbóltslandslið til EM-kappingar fyri smátjóðir, sum verða næsta summar.
Fyrr í ár varð støða tikin um, at hesaferð skuldi Føroyar ikki vera við, men eftir at Flogbóltssambandið hevur fingið fleiri áheitanir um at koma við til kappingina, og tilmeldingarfreistin ikki er úti fyrr enn hálvan desember, eru tey farin at umhugsa støðuna.
Men størsta forðingin eru pengarnir. Tað kostar nógv at fara til slíka kapping, og hóast europeiska flogbóltssamtakið letur stuðul, munar tað ikki nóg væl. Í løtuni hevur flogbólturn ongan høvuðsstuðul, og tað vænta tey verður orsøkin til, at tey, tá alt kemur til alt, velja at lata vera við at melda til EM-kappingarnar fyri smátjóðir.
Føroyar við
í C-bólkinum
Umboð fyri Flogbóltssambandið vóru seinasta vikuskiftið í Luxembourg á fundi hjá CEV, sum er europeiska flogbóltssambandið. Evnið á fundinum var umskipan av europeiska meistaraheitinum fyri landslið, og endamálið var at umskipa ta kapping, sum hevur verið fyri smátjóðir í Europa soleiðis, at hendan kapping kom beinleiðis við í tað hjá CEV í framtíðini.
Hetta eydnaðist eisini, og verður hetta mett sum eitt stórt framstig fyri tey smáu londini, sum hava fingið stóra makt í altjóða høpi, tí tey hava heilar 24 av tilsamans 52 atkvøðum í Europa.
Londini í C-bólkinum er Andorra, Gibraltar, Ísland, Írland, Liechtenstein, Luxembourg, Malta, Monaco, Norðurírland, San Marino, Skotland, Wales og so Føroyar eisini.
Føroyingar við ES-passið sleppa ikki við
Tann broytingin, sum fer at fáa størstan týdning fyri føroyskan flogbólt, er hon sum fer at hava við sær, at størri avmarkingar verða gjørdar í spælarhópinum hjá teimum ymsu londunum.
Greiðar lógir skulu gerast, sum siga hvussu nógvar spælarar eitt landslið kann hava við, sum ikki hava sín uppruna í tí landinum, sum teir luttaka fyri.
Sammett við fyrr, er stór avmarking farin fram á hesum økinum, og tað hevur við sær, at føroysk landslið koma at hava betri møguleikar at spæla upp móti teimum útlendsku liðunum, sum hava gjørt sær dælt av, at hava nógvar »útlendskar« spælarar á liðnum.
Framyvir verður passeftirlit við øllum spælarum, og føroyingar skulu vera varnir, tí um føroyskur spælari møtir til altjóða dyst við ES-passi, sleppur hesin ikki at luttaka. Tí skulu allir flogbóltsspælarar, sum ætla sær á landsliðið, syrgja fyri at hava føroysk pass.
Kvinnurnar í kulda
menninir í hita
EM-kappingin fyri kvinnulandslið verður í apríl mánaði, og hon verður í Liechtenstein. Spælarabúplássið verður í umleið1400 metra hædd, og tí kann roknast við kava í økinum. Sjálv kappingin verður avgreidd í 800 metra hædd.
Tað verður nakað heitari hjá monnum, sum skulu á miðalhavsoynna Malta at spæla. Hendan kappingin verður eisin í apríl mánaði.
Føroyar hava fyrr verið við í kappingum fyri smátjóðir, men tá hava tær ikki verið fyriskipaðar av europeiska flogbóltssambandinum.
Føroysku landsliðini fara um stutta tíð undir fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar sum vera á Gotlandi í 1998. Venjingin byrjar seinasta vikuskiftið undan jólum, og í fyrstu atløgu verða teir spælararnir, sum vóru við á landsliðnum undir seinastu Oyggjaleikinum, boðsendir til venjing, men seinni verða boð eisini send eftir øðrum spælarum.