Flogfar datt niður í sethús

Tvey fólk doyðu, tá eitt privatflogfar datt niður í trý sethús í amerikanska statinum Indiana. Tvey onnur fólk, sum vóru í flogfarinum, fingu skaða.

Myndugleikarnir siga, at eftir øllum at døma royndi flogskiparin at lenda á einum flogvølli við býin South Bend, men at tekin eru um, at flogfarið hevði onkrar mekaniskar trupulleikar.

Løgreglan flutti fólkið úr grannalangum, tí vandi var fyri spreingingum í vrakinum, sigur Sky News. Sagt verður, at hóast flogfarið datt niður í bygt økið, fingu eingi fólk í húsunum har skaða.