Myndugleikarnir siga, at kvinnan var farin út at renna á einari lendingarbreyt, sum ikki verður nýtt longur. Men hendan dagin setti eitt lítið Cessna-flogfar seg á breytina. Tað vildi so illa til, at annar vongurin á flogfarinum rakti kvinnuna, sum doyði beinanvegin.
Myndugleikarnir siga, at flogskiparin rýmdi av staðnum, men tað eydnaðist løgregluni at taka hann seinni. Hann er nú skuldsettur fyri ótilætlað mannadráp.