Tað gjørdist ein heldur longri ferð hjá teimum ferðafólkum, sum í gjárkvøldið skuldu flúgva við rutuflogfarinum hjá Atlantic Airways úr Kastrup til Føroyar. Tey máttu nevniliga bíða í fleiri tímar í Kastrup.
In.fo hevur tosað við fólk í flogfelagnum í dag, ið upplýsa, at orsøkin var, at tekniskt brek varð staðfest í flogfarinum, ið tey skuldu við. Tí varð avgjørt at skifta flogfar.
Tað lat seg gera, tí frammanundan var eitt flogfar hjá Atlantic Airways í Kastrup. Tí var einans neyðugt at fylla brennievni á flogfarið og flyta alt útgerð umborð á nýggja flogfarið.
Vanliga tekur slíkt einans ein tíma, men í gjár gekk verri. Ferðafólkini máttu bíða í heili tríggjar tímar, áðrenn nýggja flogfarið varð klárt at flúgva tey til Føroyar. Óvist er, hvat orsøkin er til seinkingina.
Feilurin í fyrra flogfarinum er nú funnin og umvældur, og flogfarið er aftur í flúgving.

Flogfar seinkað 3 tímar vegna tekniskar trupulleikar





