Flogfar skal flúgva feskan fisk úr Føroyum hvønn dag

Hetta er einasta bjargingin hjá okkara fiskivinnu, sigur Kári Hansen, fiskaseljari. Og hann heldur eisini, at landið eigur at hjálpa til at fáa eina slíka farleið á føtur

Kappingarførið

? Fiskurin fer altíð har, sum prísurin er bestur. Soleiðis er tað og soleiðis skal tað vera.
Kári Hansen er fiskaseljari á Strondum. Hann er eisini ein av teimum, sum hava flutt nógvan óvirkaðan fisk av landinum.
Men hann sigur, at tað er ongin orsøk til at gera hendan spurningin fløktari enn hann er.
?Hetta er í veruleikanum rættiliga einfalt. Tað er peningurin, sum stýrir rávørugongdini og fiskurin endar har, prísurin fyri hann er bestir. Alt annað er uttanumtos.
Kári Hansen ásannar samstundis, at kappingarførið hjá vinnuni er vánaligt.
Men hann heldur, at tað er alt ov einoygt at stara seg blind upp á lønarlagið.
? Sjálvandi hevur lønarlagið stóran týdning. Men tað er ikki tað, sum hevur forkomið okkara kappingarførið, sigur hann.
Hann sigur, at orsøkin til at kappingarførið er so ringt, er, at tað er so trupult at sleppa av við fisk, tí flutningsmøguleikarnir eru so vánaligir.
? Tá ið føroyskar fiskavørur koma á marknaðin, eru tær upp ímóti vikugamlar. Sostatt halda tær sær bara nakrar fáar dagar afturat í kølidiskinum.
? Hinvegin gera íslendingar nógv burturúr at flúgva feskar fiskavørur á marknaðin. Sostatt eru íslendskar fiskavørur 24-48 tímar gamlar, tá ið tær verða lagdar í kølidiskin í eini krambúð niðri á meginlandinum í Evropa og sostatt heldur tann fiskurin sær einar 10 dagar afturat.
? Tað hevði ført við sær, at fiskurin hevði verið nógv betri og tað hevði aftur ført til nógv hægri prís.

Fær nógv hægri prís
Kári Hansen sigur, at keypararnir eru sinnaðir at betala nógv meiri fyri tann heilt feska fiskin. Nakað krónutal vil hann ikki seta á, men hann sigur, at talan er um fleiri krónur og tað hevði sæst aftur í avreiðingarprísinum.
?Tað er nevniliga prísurin á marknaðinum, sum er avgerandi fyri avreiðingarprísin.
Hugskotið um at leggja avgjald á fisk, sum fer óvirkaður av landinum, heldur hann onki um.
?Tað einasta, sum fæst burturúr tí, er, at avreiðingarprísurin fer at lækka við somu upphædd, sum avgjaldið er, tí avgjald skapar ikki hægri marknaðarprísir. Tað hækkar bara kostnaðarstøðið.
? Tað einasta, eitt slíkt avgjald vildi ført við sær, var at gjørt einum parti av vinnuni, sum ber seg, fortreð fyri at hjálpa einum øðrum parti av vinnuni, sum ikki fer at bera seg kortini.
? Tað er ongin, sum sendir óvirkaðan fisk av landinum til stuttleika. Tað verður altíð gjørt tí at prísurin er betri uttanands. Tað eru ikki proformasølur sum gera ,at fiskurin fer óvirkaður av landinum. Hann fer óvirkaður av landinum, tí prísurin er best uttanlands.

Flogfar hvønn dag
Kári Hansen sigur, at einasti vegur hjá føroysku fiskivinnuni, er at fáa betri flutning ímillum Føroyar og umheimin.
?Tað einasta rætta er at hava flogfar at flúgva feskar fiskavørur úr Føroyum niður á marknaðin hvønn einasta dag.
?Uttan at hann kennir nakað serligt til tað, heldur hann, at eitt flogfar hevði kanska tikið eini 10-15 tons av flaki við tí flogvølli, sum er nú. Tað svarar til eini 30-45 tons av rundum fiski og tað er hóast alt ikki so lítið.
Men hann heldur, at tað er neyðugt, at landið er við í eini tílíkari ætlan.
? Verður ein slík flogruta sett á stovn, er tað neyðugt, at fiskavirkini hava onki minni enn 100% trygd fyri, at hon verður verandi minst eitt ár ísenn.
Tí má landskassin tryggja eitt møguligt undirskot av eini slíkari rutu.
? Hetta er ikki almennur stuðul. Hetta er at skapa fortreytir og tað er júst hetta, sum er ein politiskt uppgáva.
Kári Hansen sigur, at vit hava eitt flogfelag í landinum, við bæði flogskiparum, tekniskari deild og øllum, sum har til hoyrir, so tað skal ikki so nógv til at skipa eina slíka rutu. Tað skal bara eitt farmaflogfar til og hann vildi helst, at tað næsta flogfarið hjá Atlantsflogi verður eitt farmaflogfar.
Tað ljóðar kanska dýrt at senda fisk av landinum við flogfarið. Men tað stúrir Kári Hansen ikki fyri.
?Við flogfarið er tað bara sjálvt flakið, sum verður flutt út. Tá ið heilur fiskur fer av landinum, eru bæði høvd, ryggir, skræða og alt annað, sum ikki verður brúkt, og sum er 2/3 av hvørjum fiski.
? Í løtuni betala útflytarar 2-3 krónur fyri kilo í farmagjald fyri heilan fisk. Fyri fløk er fraktin einar seks sjey krónur fyri kilo, so tað verður ikki so stórur munur.
Samstundis kann flogfarið so flyta farm heimaftur við.
Kári Hansen ivast ikki í, at varð ein slík flogruta sett á stovn høvdu smá virki við hondskerarum farið at stungið seg upp ymsastaðni, tí tá verður alt nógv einfaldari.
? At taka kappingina upp við kinesarar og onnur láglønarlond um frystan fisk, er fáfongt. Skal fiskivinnan í Føroyum yvirliva, mugu vit leggja størsta dentin á dygdina. Og dygdin er allarbest í feskum fiskavørum.
? Í somu løtu, fiskurin er frystur, versnar dygdin og so kunnu vit akkurát tað sama seta frystarar umborð á skipini og senda lastina til Kina at verða uppsagaða.