Myndina eigur NRK

Flogfar við 100 ferðafólkum neyðlendi í Noregi

Sagt verður, at neyðlendingin gekk uttan trupulleikar, og einki av ferðafólkunum hevði brúk fyri heilsuhjálp

Myndina eigur NRK

Tað var full tilbúgving í Værnes í Noregi, tá eitt SAS-flogfar við 100 ferðafólkum neyðlendi seinnapartin í dag.

 

Flogfarið, sum var á veg úr Tróndheimi til Stavanger, hevði sent út neyðarkall, tí sambært norsku løgregluni var leki á brennievninum.

 

Løgreglan upplýsti eisini, at flogfarið vendi aftur stutt eftir, at tað var farið á flog.

 

Sagt verður, at neyðlendingin gekk uttan trupulleikar, og einki av ferðafólkunum hevði brúk fyri heilsuhjálp.

 

Tíðindavaktin hjá Avinor, Øystein Løwer, upplýsti tíðliga í kvøld, at flogfarið fór á flog klokkan 16.47, lokala tíð og lendi aftur í øllum góðum klokkan 17.25.

 

 

 

Myndina eigur NRK