Flogfarið er dottið niður

Algerska flogfarið, sum hvarv á veg úr Burkina Faso til Algeria, er dottið niður. 116 fólk vóru við tí.

Tað vátta algersku loftferðslumyndugleikarnir fyri tíðindastovuni Reuters.

 

Myndugleikarnir vilja ikki siga nakað um orsøkina til vanlukkuna, ella júst hvar tað datt niður.

 

116 fólk vóru í flogfarinum, og myndugleikarnir í Burkina Faso siga, at 50 franskir ríkisborgarar vóru í teirra millum. Harumframt vóru 24 ríkisborgarar úr Burkina Faso, seks libanar, fimm kanadiumenn, tvey úr Luksenburg, eitt úr Sveis, eitt úr Nigeria, eitt úr Kamerun og eitt úr Mali. 

 

Manningin, sum taldi seks, var frá spanska felagnum Swift Air, og sambært AP vóru øll úr Spania.