Flogfeløg í vanda

Altjóða loftferðslufelagsskapurin IATA vil nú hava teir politisku myndugleikarnar kring heimin at skarva av avgjøldunum, sum flogfeløgini skulu gjalda.

Sambært IATA gera fleiri lond sær dælt av loftferðsluni við alt ov nógvum og dýrum avgjøldum, og tað kemur flogfeløgunum illa við, tí tey eru frammanundan tyngd av tí høga oljuprísinum. IATA sigur, at í ár kostar oljan flogfeløgunum 30 milliardir krónur í eykaútreiðsum, og tað hevur gjørt, at fleiri feløg hanga í einum klønum tráð. Eitt nú stríðast tey amerikonsku Unites Airlines og US Airways við at sleppa undan húsagangi.

Stjórin í IATA, Giovanni Bisignani, sigur við AP, at tað er órímiligt, at flogfeløgini hava stórt hall, samstundis sum flogvallirnir hava stórt avlop í rakstrinum. Hann sigur, at flogfeløgini flúgva við halli, meðan øll hini, sum hava samband við loftferðsluna, hava avlop.

Tað seinasta árið er ferðafólkatalið hjá flogfeløgunum vaksið umleið seks prosent, men tað er kortini ikki nóg mikið. Í síðsta mánað noyddist sveisiska felagið Swiss at leggja kongin, og tað er nú partur av tí týska Lufthansa.