Hjá flogfelagnum Samoa Air er tað ikki bert tungt ferðagóðs, sum fø.rir til dýrar prísir, har mugu tungir persónar eisini rinda eyka.
Samoa Air krevur nevniliga kiloprís frá teimum ferðandi. Tað sæst á heimasíðuni hjá felagnum.
Tíðindini um umstríddu gjaldsskipanina komu 1. apríl, men flogfelagið noktar fyri, at talan er um eina aprílsøgu.
Gjaldsskipanin verður nú umrødd í fleiri altjóða miðlum, og flogfelagið hevur framvegis somu upplýsingar um »pay-by-weight« á sínari heimasíðu.
Við ABC sigur stjórin, Chris Langton, at tað kostar meira at flúgva tung ferðafólk enn løtt.
Hann vísir á, at tú í dag mást rinda eyka, um ferðagóðsið vigar meira enn eitt ávíst. Samoa Air víðkar nú hetta til at umfata ferðagóðs og ferðafólk.
- Kostnaðurin broytist í mun til, hvussu nógv flogfarið vigar, og fyri okkum ger tað ongan mun, um vektin stavar frá ferðagóðsi ella persónum. Tí er tað meira rættvíst, at øll gjalda fyri tað vekt, tey hava við sær, sigur Chris Langton.