Flogferðslan er tarnað av veðri

Nógvi vindurin fyrrapartin hevur gjørt, at seinkingar eru í flogferðsluni í dag. Onki flogfar er farið úr Vágum í dag, flogførini sum skuldu fara kl. 8:15 og kl. 11:00 eru útsett til kl. 16:00 seinnapartin. Vindferðin verður tá 12 m/sek, ættin verður útsynningurvestan.

Eitt flogfar, sum kom úr Keypmannahavn, lendi kl. 10:24 í morgun. Flogførini, sum skulu koma úr Keypmannahavn kl. 13:45 og 16:30, eru nú sett til at koma kl. 21:15 í kvøld.

Hann verður norðan í ættini í kvøld, vindferðin fer tá at liggja um 5-6 m/sek.

Fleiri upplýsing um flogferðslu hjá Atlantic Airways eru á tlf. 341020 - 341010 - 341000.