Flogoyggin kostar 5,4 milliardir

Albert Isfeld greiddi frá, at flogoyggin kann byggjast í trimum stigum.

Albert Isfeld, arkitektur, greiddi frá hvussu Airport 19 kann byggjast.

- Vit hava valt at leggja vøllin við Flesjarnar. Har er ein grynna, og tískil verður minni hjá okkum at fylla út við gróti. Vit hava valt at fylla út við gróti heldur enn at nýta eina súlukonstruksjón ella gera ein flótandi flogvøll. Hetta verður tan bíligasta loysning, segði Albert Isfeld.

 

- Við at leggja vøllin her, ber eisini til at knýta hann upp í undirsjóartunnilin undir Tangafirði, segði hann.

 

Albert Isfeld, verkfrøðingur greiddi frá, at undir vøllinum, framvið bryggjukantinum, skal vera møguligt at byggja vøruhús og annað líknandi virksemi. Eisini skal havnaøkið byggjast, bæði til fiskiflota, ferðamannaskip, supplyskip og farmaskip.

 

Oyggin kann byggjast í trimum stigum, greiddi Albert Isfeld frá. Fyrsta byggistig er longri vøllurin á 3300 metrar, annað byggistig er styttri vøllurin á 2500 metrar og triðja byggistig er havnabyggingin. Prísurin er mettur at verða 2,4 milliardir krónur fyri fyrsta byggistig, 2 milliardir fyri annað byggistig og 1,2 milliardir fyri triðja byggistig. Samlaði prísurin verður tí mettur at verða 5,6 milliardir krónur.

 

Les eisini Hin 19. oyggin í Føroyum