Seinastu árini hava føroyingar fingið alt fleiri bíligar flogferðir í boði, og talið á teimum bíligum ferðaseðlunum verður ivaleyst enn størri, nú kapping verður á føroyaleiðini.
Føroyingar hava við Atlantsflogi møguleikan partar av árinum at flúgva til eitt nú Barcelona, Lisbon, Mallorca og Gran Canaria, men nógvir føroyingar ferðast eisini út í heim umvegis flogvallirnar í Keypmannahavn og Billund, og har gongur ein veg við prísunum á flogferðum – og tað er niðureftir.
Heimasíðan Travelmarket hevur samanborið prísir á 20 teimum størstu farleiðunum í Kastrup og Billund, og niðurstøðan er, at seinastu fýra árini eru prísirnir lækkaðir við 20 prosentum.
Metingin hjá Travelmarket er, at prísirnir fara at lækka enn meira í 2017.
- Alt fleiri flogfeløg kappast um prís og bjóða nýggjar farleiðir. Hetta fer at halda fram í 2017, og sannlíkt er, at prísirnir á flogferðum fara at lækka millum 5 og 10 prosent afturat, sigur Ole Stouby, stjóri í Travelmarket.dk
Millum tær best umtóktu farleiðirnar í Kastrup og Billund eru býir sum Amsterdam, París, Rom, Prag, Berlin, London, Wien, Beijing, Dubai, Los Angeles, Meksiko býur, New York, Sydney og Tokyo.
Tað eru serliga lágprísflogfeløg sum Ryanair, Wizzair, EasyJet og Norwegian, sum trýsta prísirnar niður.