Brasilskir flogskiparar siga, at teir hildu seg síggja eld á sjónum á leiðini, har tað franska flogfarið hvarv Eitt brasilskt flogfar var á veg um Atlantshavið um tað mundið, tá tað franska flogfarið eftir øllum at døma datt niður, og brasilsku flogskipararnir siga nú, at teir sóu nakrar reyðlittar blettir niðri á sjónum, og at tað kann hava verið eldur.
Tað franska flogfarið kom í illveður við nógvum turbolensi fýra tímar, eftir at tað var farið á flog úr Rio de Janeiro. Eitt korter seinni sendi tann sjálvvirkandi skipanin í flogfarinum boð um, at flogfarið hevði tekniskar trupulleikar.
Neyðarkall kom tó einki.