Flogskipararnir á Air France-flogfarinum, sum satt niður í Atlantshavið fyri tveimum árum síðani, gjørdu fleiri mistøk, og fronsku myndugleikarnir krevja nú, at flogskiparar skulu hava betri venjing. Air France-flogfarið var á veg úr Rio de Janeiro til París tann 1. juni í 2009, tá tað brádliga datt niður. Vanlukkan kostaði 228 mannalív.
Ein kanningarfrágreiðing, sum bleiv almannakunngjørd í gjár, kemur til ta niðurstøðu, at flogskipararnir gjørdu fleiri mistøk. Eitt nú gjørdu teir einki, hóast ávaringarskipanin í flogfarinum varskógvaði teir, og teir fylgdu heldur ikki ásettum mannagongdum. Millum annað vóru teir alt ov seinir at gera nakað, tá ávaringarskipanin segði teimum, at flogfarið hevði ilt við at halda sær uppi í luftini.
Frágreiðingin, sum kom í gjár, er tann triðja um vanlukkuna við Air France 447-flogfarinum.