Ein kanadiskur flogskipari, sum millum annað varð valdur til at flúgva Elisabeth drotning til Kanada, er tikin og skuldsettur fyri bæði morð og neyðtøku. Russell Williams, sum flogskiparin eitur, er 46 ára gamal. Hann er føddur í Bretlandi, men hevur búð í mong ár. Í 1987 bleiv hann flogskipari í kanadiska flogvápninum, har hann hevur fingið fleiri heiðursmerki.
Nú hevur kanadiska løgreglan tikið hann og skuldsett hann fyri tvey morð og tvær neyðtøkur, skrivar Reuters.
Samstundis kannar løgreglan, um hann kann hava samband við onnur morð, sum ikki eru uppklárað.