Flogskiparin trýsti á skeivan knøtt

Ferðafólkini umborð á einum flogfari hjá bretska felagnum British Airways fingu ein rimmar skelk, tá ein kvinnurødd brádliga kom í hátalararnar við hesum boðum:

-Hetta er eitt neyðarkall. Um eina løtu noyðast við at neyðlenda á sjónum.

Løtu seinni komu starvsfólkini í flogfarinum, sum var á veg úr London til Hongkong, rennandi og greiddu teimum ræðsluslignu ferðafólkunum frá, at alt var ein misskiljing.

Blaðið The Sun skrivar, at British Airways hevur váttað tíðindini um tilburðin, og at hetta hendi ein av teimum seinastu døgunum. Sambært felagnum komu boðini um neyðlending á sjónum, tí flogskiparin hevði trýst á skeivan knøtt.