Vónandi verður ein loysn funnin - ein góð loysn.
Eftir at løgmaður og skaðiligi loysingarpolitikkur hansara hevur verið beinleiðis orsøkin til, at onki er hent viðvíkjandi útbygging av flogvøllinum seinastu árini, er at vóna, at flogvøllurin nú verður útbygdur og longdur.
Um skaðiliga fullveldisætlanin ikki var á dagskrá, so hevði flogvøllurin í Vágum uttan nakað ivamál verið útbygdur í 1998 og 1999. Politikkur løgmans er higartil beinleiðis orsøkin til at onki er hent á hesum umráði.
Nú er at vóna, at hann er førur fyri at fáa eina avtalu við donsku stjórnina - eina góða avtalu um útbygging og leinging av flogvøllinum til 1800 metrar. Tað skyldar hann øllum føroyingum. Tí útbyggingina hevur hann í krónum longu nú goldið væl og virðiliga fleiri ferðir - nevniliga við at lata danir fáa 400 milliónir av ríkisveiting árliga.
So at fingið eina góða avtalu, tað átti at verið minsti trupulleikin.
Nú vóni eg ikki at hann av berari undirbrotligheit fer at ivirtaka fyri einhvønn prís. Tí hesa rokning eiga vit ikki. Møguliga kunnu vit gjalda ein part. Men ikki ein stóran part.
Men ivasamt er, um hann klárar at samráðast seg til eina góða avtalu viðvíkjandi flogvøllinum. Tí tað hevur hann ikki klára higartil.
Um hann ikki klárar at fáa eina góða avtalu um flogvøllin, so eigur hann onki at gera. Tí staðfestast má, at mangt av tí, ið løgmaður higartil hevur nortið við hevur gingist illa.
Um hann ikki klárar at gera eina góða avtalu, so rokni eg við, at aðrir lættliga megna tað. Tað skal nevniliga bert ein góður vilji til at fáa eina góða avtalu. Argumentini fyri einari góðari avtalu eiga vit nevniliga - ØLL!