Flogvanlukka kravt minst 30 mannalív

Meiri enn 30 fólk doyðu, tá eitt flutningsflogfar datt niður í høvuðsstaðin í Lýðveldinum Kongo, Brazzaville, í gjárkvøldið. Vanlukkan hendi, júst sum flogfarið var á veg niður á lendingarbreytina. Meiri enn 20 fólk fingu skaða.

Sambært fronsku tíðindastovuni AFP er tað ikki greitt, hví flogfarið datt niður, men sagt verður, at tað var nógvur vindur í Brazzaville í gjárkvøldið. Eygnavitni siga, at flogfarið kláraði ikki at steðga og fór út av lendingarbreytini, har tað rendi á nøkur hús, áðrenn eldur kom í tað.

Flogfarið var av slagnum Iljusjin og kom úr havnarbýnum Pointe Noire.