Hesi orðini eigur samfelagsfrøðingur og politiski viðmerkjarin Jógvan Mørkøre. Hann heldur, at orðaskiftið í løgtinginum í dag var enn eitt tekin um, at samgonguflokkarnir brynja seg til eitt valstríð. Uppskotið um karmarnar til komandi fíggjarlóg hevur verið til viðgerðar í løgtinginum í dag, og orðaskiftið tóktist mest sum ein stórur ruðuleiki.
Undan fundinum var greitt, at Fólkaflokkurin ikki tók undir við uppskotinum, men bumban brast, tá ið tað gjørdist greitt, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Sambandsflokkurin standa heilir aftanfyri uppskotið.
- Hetta setir løgmann í eina ringa støðu, tí nú tykist tað sum alt moðast undan honum, sigur Jógvan Mørkøre, samfelgasfrøðingur.
Øll tingmanningin hjá Sambandsflokkinum gjørdi greitt undir orðaskiftinum í dag, at tey ikki fara at atkvøða fyri uppskotinum sum tað fyriliggur. Eisini partur av javnaðartingmanningini boðaði frá, at uppskotið ikki kann góðtakast.
- Tað er týðiligt, at tingmanningin hjá Sambandsflokkinum nú roynir at markerað seg sum høgravendan flokk. Ábreiðslur hava verið innan Sambandsflokkin um, at løgmaður hellur óv nógv til Javnaðarflokkin, og hetta er uttan iva ein roynd hjá tingmanningini at rætta upp aftur, sigur Jógvan Mørkøre.
Eftir orðaskiftið í dag bleiv uppskotið beint í nevnd, og sostatt er uppskotið nú í hondunum hja fíggjarnevndini, sum skal avgerða hvørja lagnu tað fær.
- Tað, sum nú fer at henda í fíggjarnevndini er fyri so vítt ikki áhugavert. Tað, sum verður áhugavert at síggja, verður hvat løgmaður nú ætlar at gera, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann sigur, at tá ið Fólkaflokkurin boðaði frá, at flokkurin ikki tók undir við uppskotinum um karmarnar til fíggjarlógina, átti løgmaður at hava útskrivað nýval.
- Tað hevur leingi verið greitt, at vit liggja í stjórnarloysi, og als onga samgongu hava, og spurningurin er nú, hvussu leingi løgmaður letur hetta halda fram, sigur Jógvan Mørkøre, eftir óskilið í løgtinginum í dag.