Í morgun klokkan 10 fer Sambandsflokkurin at leggja fram sína valskrá og kunna valevni til løgtingsvalið. Hann er tann triði flokkurin at gera tað. Fríggjadagin fer Javnaðarflokkurin at leggja sína skrá fram og kunngera valevni.
Í morgin eru tvær vikur til løgtingsvalið, og tað merkir, at í morgin klokkan 18 skulu allir listarnir verið valnevndini í hendi. Til listarnir eru farnir inn kunnu broytingar gerast á listinum, men aftan á hóskvøldið klokkan 18 kunnu ikki fleiri broytingar gerast.
Vallistarnir til fólkatingsvalið, sum verður tveir dagar undan løgtingsvalinum, skulu vera inni fríggjadagin.










