Álvur Haraldsen tók myndina

Vilja skapa ymiskar bústaðarmøguleikar í Sandavági

- Útbjóðingin er liður í arbeiðnum at skapa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað í kommununi

Álvur Haraldsen tók myndina

- Vit bjóða nú út tríggjar byggigrundir í Sandavági til íbúðarbygging. Talan er um tríggjar partar av matr. nr. 133k, hvør á umleið 500 fermetrar, sum verða seldir við almennari útbjóðing.

 

Soleiðis siga tey í Vága kommunu í dag.

 

- Útbjóðingin er liður í arbeiðnum hjá kommununi at skapa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað.

 

Í Vága kommunu vísa tey á, at tørvurin á ymiskum bústaðarloysnum er veksandi.

 

- Við hesum vil kommunan geva rúm fyri verkætlanum, sum kunnu nøkta ymiskar bústaðartørvir – bæði hjá ungum, familjum og teimum, sum ynskja ein annan bústaðarform enn tann siðbundna sethúsabústaðin.

 

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað.

 

- Byggingin kann fevna um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, og kommunan leggur dent á, at verkætlanin skal fevna um eitt hóskandi tal av íbúðum og gjarna eisini ymiskar íbúðarstøddir.

 

Í Vága kommunu leggja tey eisini dent á, at byggingin verður væl hugsað og av góðari dygd.

 

- Parkering og góðar loysnir fyri uttanumøkið skulu verða partur av verkætlanini, og atlit skal takast til bæði umhvørvið, landslag og útsýnið, so byggingin fellur natúrliga inn í umhvørvið.

 

Sagt verður, at endamálið við útbjóðingini er at finna ta bestu loysnina fyri økið – eina bústaðarverkætlan, sum bæði er snøgg, væl skipað og av góðari góðsku, og sum gerst ein partur av bygdarmyndini í Sandavági.

 

- Byggiøkið verður matrikulerað frá, so hvør grund verður eitt sjálvstøðugt matrikulnummar á umleið 500 fermetrar.

 

Lagt verður aftrat, at sølan fer fram sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn.

 

- Áhugaðir bjóðarar kunnu lesa nærri um treytirnar í útbjóðingartilfarinum, sum er tøkt á heimasíðuni hjá Vága kommunu - www.vaga.fo

 

 

 

Álvur Haraldsen tók myndina