Flott politisk avrik – serliga fyri summi

Tá løgtingsfólk nú fara í summ­ar­frí – og ting­set­an 2011 end­ar, er tað eitt nógv broytt sam­felag, har Mið­flokk­ur­in, Sjálv­­stýr­­i­s­flokk­ur­in, Fólka­flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­ur­in nú hava rátt fyri borg­um í eitt hálvt ár.

Ongantíð fyrr eru so koll­velt­andi broyt­ing­ar gjørd­ar eft­ir so stutt­ari tíð. Broyt­ing­ar, sum eru góðar og gagna fleiri fólk­um. Ser­liga pol­i­tik­ar­um sjálv­um, og teim­um, sum eru ríkari enn teir.

Broytingar, sum gera við­ur­skift­ini hjá teim­um lág­løntu mun­andi verri. Broyt­ing­ar, sum til døm­is hækka skatt­ing­ina av pen­sjón­um hjá lær­ar­um og sjúkr­a­systr­um eini 13 prosent.

– Men so skal sigast, at ein­asti bólkur, sum ikki fær hesa skatta­hækk­ing í síni pensjón eru pol­it­ik­ar­arnir sjálv­ir. Men hví skulu teir tað? Teir eru so van­ir at kradda sær ser­sømd­ir – og teir blúgv­ast held­ur ikki við at kradda sær enn eini ser­rætt­indi við, at teirra pensjón ikki verð­ur skatt­að, fyrr enn hon verð­ur út­gold­in. So­leið­is er mur­an bara í før­oysk­um pol­it­ik­arum­...

Vit síggja broyt­ing­ar, sum geva ar­beiðs­leys­um kar­ens­dag­ar, sum lækka útgjaldið til ar­beiðs­leys og sum hækkar inn­gjald til ALS.

Broytingar sum gera, at tey sum nærk­ast pen­sjóns­aldri mugu fyr­i­reika seg til eitt longri arbeiðslív.
Jú, vit kundu hildið á at reksa upp avrik, sum gagna nøkr­um, men sum gera um­støð­ur­nar hjá nógv­ar ferð­ir fleiri so nógv verri. Tað tyk­ist sum um tal­an er um eina dulda ætl­an at laða niður væl­ferð­ar­tæn­ast­ur – við fíggjarkreppuni sum skálka­skjól.

– Er tað løgið, at vit fáa eina trú­virð­is­gjógv mill­um pol­it­ik­ar­ar og fólk­ið, sum skrivað stendur í »Eyga­máli­num« á síðu 18?

– Og so segði onkur, at tað er fólksins vilji...