Flóvin við egnum løgum

Flóvin E. Viderø er í kvøld at hoyra í høvuðsstaðnum við egnum løgum og egnum bólki.

Í kvøld hevur Flóvin Viderø konsert í Sirkus. 
Hann fer at spæla egin løg saman við Lisu í Dali, Líggjasi Olsen, Rebekku Petersen og Rólant Lenvig av Reyni.

Flóvin er m.a. kendur frá tíðini sum limur í bólkinum Deja vu, ið spældi fyri nøkrum árum síðani, og sum gav eina fløguútgávu út.

Seinni hevur guitarsnillingurin og sangarin verið á palli, eittnú saman við Líggjasi Olsen.


Konsertin í kvøld byrjar kl 21.00