Flyta søluna úr Kastrup til Føroyar

Aftur ferðafólkamet á Vága Floghavn og tollfría sølan stendur seg væl í kappingini við Kastrup.

Aftur í ár hevur Vága Floghavn sett ferðafólkamet, og harvið staðfest sína støðu sum fjórðstørsta altjóða floghavnin í kongaríkinum. Vága floghavn hevur eisini fleiri ferðafólk enn Akureyri, sum er næststørsti flogvøllur í Íslandi. Hetta stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Vága floghavn í morgun.

Les eisini Fjórðstørsta floghavn í ríkinum

Heili 250.287 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2014, og er hetta ein vøkstur á 6 prosent í mun til 2013.

- Við vøkstrinum í 2013 og 2014 hevur Vága Floghavn staðfest sína støðu sum fjórstørsti altjóða flogvøllurin í danska kongaríkinum. Einans Kastrup, Billund og Aalborg hava fleiri altjóða ferðafólk enn Vága Floghavn.

 

Vága floghavn boðar eisini frá einum vøkstri í tollfríu søluni, eftir at nýggj farstøð lat upp í summar.

- Við bøttu umstøðunum til at selja tollfrítt, so kunnu vit veruliga taka kappingina upp við eitt nú flogvøllin í Kastrup og flyta søluna til føroyingar og útlendingar frá Kastrup og heim til Føroyar. Vit hava lagt okkum eftir at selja vøruna til ein lægri prís enn í Kastrup, og tað sær út til at eydnast, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri.

- Meirsølan á flogvøllinum í Vágum kemur brúkarinum beinleiðis til góðar, tí at tað letur upp fyri møguleikanum at lækka um ella geva avsláttrar av tænastugjøldini, sum eitt nú Atlantic Airways í dag rindar ein stóran part av, sigur Jákup Sverri Kass.