Flyta tilfar til ovastevnu

Ternan hevur í morgun gjørt tveir túrar út til Nólsoyar við tilfari og útgerð til ovastevnu. Flutningurin til stevnuna hevur vundið upp á seg seinastu árini, og tað hevur ført til, at Ternan nú ger farmatúrar undan og eftir stevnuna.

So mikið av farmi er til ovastevnu, at alt ikki rúmast í skipinum ein túr. Tó skal havast í huga, at eisini asfaltbilar og ?maskinur eru úti í oynni í dag at asfaltera nakrar snøklar, sum lógu eftir seinast teir vóru har úti í síðsta mánað.

Við Ternuni ber til at koyra lastaðar bilar umborð og síðani koyra á staðið í Nólsoy, har teir skulu lossast.

Tórshavnar kommuna stuðlar stevnuni og letur eitt nú toilettvogn, fløsku- og ruskbingjur, littar ljósperur umframt frallstegnur og fløgg og líknandi.

Eisini skulu pylsuvognar, hoppiborgir, skjótibanar og annað stevnutilfar flytast um fjørðin.

Týsdagin eftir ovastevnu ger Ternan so aftur nakrar farmatúrar at flyta alla útgerðina inn aftur til Havnar.