Flyta væntandi inn í vár

Gongur sum ætlað flytir løgreglan inn í nýggju politistøðina í Húsagøtu í Havn einaferð í vár

Hon hevur verið leingi ávegis, nýggja politistøðin í Húsagøtu í Havn, men nú nærkast, at hon verður klár at taka í nýtslu. Upprunaliga var ætlanin, at politistøðin skuldi standa klár um hálvan mars, men tað er ikki væntandi, at hetta fer at halda.

- Vit vita ikki í løtuni akkurát nær, ið hon verður klár at taka í nýtslu. Eg bíði faktisk eftir boðum um ein fund við Bygningsstyrelsen. Hesin fundur verður væntandi heilt skjótt, og tá fáa vit eftir ætlan at vita ein dato, har politistøðin verður klár, sigur Michael Boolsen, fúti.

Hann toriri ikki at siga neyvt, nær hann væntar, at tað verður klárt at flyta inn.

- Men eg vænti, at tað verður einaferð í vár, sigur Michael Boolsen.