Har gingu løgtingsmenn kropp á kroppi fyri at fortelja, hvussu skilagott og »rætt« tað hevði verið, um allar tær maritimu útbúgvingarnar blivu savnaðar saman á einum stað, heldur enn at okkurt er í Havn, Vestmanna og okkurt í Klaksvík. Høvuðsargumentið var, at Klaksvík er fiskivinnuhøvuðstaður, og at tað tí er »náttúrligt«, at maritimu útbúgvingarnar skulu vera har.
Víðari verður – enntá í fullum álvara – tosað um, at virksemið hjá Vinnuháskúlanum í Havn við 210 næmingum, sum nú eina ferð hevur heimstað í Havn, skal flytast til Klaksvíkar og leggjast undir Klaksvíkar Sjómansskúla við 40 næmingum. Sigast má, at hetta veruliga er framtakshugur og nýhugsan við lít, sum okkara kosnu nú borðreiða við. Sum ikki eina ferð, er undirliggjandi tankin, at nú er aftur eitt høvi at fáa okkurt úr Havnini, sum trívist væl her.
Skrúvað høvdið av
At Vinnuháskúlin er í Havn, skyldast ikki nakra politiska avgerð. Tvørturímóti hevur hesin skúli vaksið seg stóran í Havn, tí hann hevur ligið á rætta staðnum, er dúgliga eftirspurdur, góður og væl rikin. Tað er ikki politikarunum fyri at takka, at Vinnuháskúlin hevur staðið seg væl og hevur meiri enn fimm ferðir fleiri næmingar enn tann lítli Klaksvíkar Sjómansskúli, hvørs tilvera í stóran skyldast politiskan vælvilja.
Nei, enn eina ferð hava landspolitikararnir skrúvað høvdið av og sett sær fyri, at nú skal nakað, sum virkar, verða sundurlagað. Hóast veruleikin er, at Føroyar í heimshøpi eru ein lítil útjaðari, ið støðugt missir fólk til restina av verðini, standa løgtingsmenn oman á hvørjum øðrum fyri at bera fram á torg sínar tómligu tankar um, hvussu vit í lítlu Føroyum skulu hóreiggja okkum sum tann stóri heimur.
Kring allan vesturheimin gongst illa at manna maritimu útbúgvingarnar við so frægt av næmingum, at útbúgvingarnar kunnu gjøgnumførast, og hóast maritima økið er ímyndin av føroyska samfelagnum, smæðast løgtingsmenn ikki við at fara við tí, sum var tað ein kastibløka. Heldur enn at stimbra og menna, vilja teir flyta hesar útbúgvingar í ein krók í landinum, sum 80 prosent av øllum føroyingum fata sum ein útjaðara.
Við viknandi argumentinum, at Klaksvíkin er fiskivinnuhøvuðsstaður, verður enn eina ferð roynt at taka nakað av fótum, sum virkar, heldur enn at hugsa samfelagsfremjandi tankar og finna fram nýggjar útbúgvingar, ið kunnu geva okkara ungu enn fleiri møguleikar og kanska sleppa teimum undan at skula noyðast burtur í onnur lond at útbúgva seg. Tað, sum brúk er fyri, er at hugsa nýtt, men tað fata okkara landspolitikarar slett ikki, men vilja heldur brúka sína orku uppá at flyta okkurt, sum er frammanundan.
Løgtingið fyrst
Álvaratos, hevur Føroya løgting – og fyri tað eisini Mentamálaráðið – ikki okkurt frægari at brúka sínar pengar og sína tíð til, enn at spæla hasard við nøkrum, ið hevur fest røtur og prógvað sítt virði, har sum tað er? Einasti av spurdu løgtingsmonnunum, sum tað glógvaði í, var Magni Laksáfoss, ið helt, at neyðugt var at gera tað, ið er best fyri næmingarnar, heldur enn bert at hugsa um økismenning.
Tað tykist, sum halda løgtingsmenn seg sita oman á einum bólgnandi pengakassa, sum teir bera seg at. Teir ómaka sær ikki so frægt sum at hugsa um, at allar gjørdar íløgur á Vinnuháskúlanum mugu gerast umaftur, skal hann tvangsflytast til Klaksvíkar. Við júst síni plasering í Havn – hevur skúlin góða atgongd til bestu lærarakreftir og í núverandi líki er frægasta tilboð, vit hava at bjóða teimum úr øllum landinum, ið ynskja sær eina maritima útbúgving.
So leingi, okkara fólkavaldu landspolitikarar ikki megna at hugsa um annað, enn hvussu alt vælvirkandi virksemi í Tórshavnar kommunu kann avlagast og fyribeinast, áttu teir heldur at flutt okkurt, ið slett ikki virkar, til Klaksvíkar. Besta og mest sjálvsagda byrjanin vildi verið at flutt løgtingið norður. Tað hevði so verið eitt seriøsari boð enn tað, løgtingsmenninir nú kappast um at koma fram við!