FM-crossrenning í Hoydølum

Frælsur ítróttur - Fyrra­partin leygardagin verður føroyameistara­kapping í crossrenning í Hoydølum, eftir at henda kapping í áravís hevur verið oman fyri ítróttar­økið á Svangaskarði

Frælsur Ítróttur Føroya, sum skipar fyri FM-renningini, hevur valt at skift teinin til cross­renningina á Svanga­skarði út við ein nýggjan tein í Hoydølum í teirri vón, at kanska fleiri rennarar fara at halda seg framat. FM-kappingin í cross­renning byrjar klokkan 11 leygar­morgunin og varir í ein góðan tíma, og runnið verður á stóru, vøkru fløtuni og niðan í viðar­lundina, tó bert niðan fyri Hvíta­nesvegin.
Umhvørvisstovan varðar av stórum parti av renniteininum, og tey fegnast um, at vakra økið eisini kann nýtast til slík enda­mál. Hetta er fríøki, sum nógv fólk ganga túrar á, men hesa løtuna, meðan renningin er, hava rennararnir fyrsta rætt til gøtur­nar. Tí verður heitt á fólk við barnavogi ella hundi at ansa væl eftir ikki at koma inn á kappingarøkið.

Níggju ymsir bólkar
Kappast verður í tilsamans níggju bólkum, sum eru gentur og dreingir, fødd mill­um 1997 og 1999, kvinnu- og mans­unglingar, føddir millum 1994 og 1996, opin bólkur hjá kvinnum og monnum, fødd í 1993 ella áðrenn, veteranar hjá kvinn­um og monnum, fødd millum 1956 og 1965, og super­veteranar hjá monnum, ið eru føddir í 1955 ella áðrenn.
Gentur og dreingir renna tvey umfør, svarandi til hálvan­triðja kilometur, kvinnu- og mans­unglingar renna trý umfør ella umleið fýra kilo­metrar, og øll hini renna seks um­før, sum er nakað minni enn átta kilometrar. Trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa FM-heiðurs­merki.
Tilmeldingarfreistin er úti fríggja­kvøldið klokkan 21, og til­meldingin fer fram á heima­síðuni renn.ro. Renn­ararnir kunnu skifta í umklæðingar­rúm­unum í Studentaskúlanum, har startnummur kunnu heint­ast frá klokkan 10 leygar­morgunin.