Leygardagin verur stóri finaludagurin í badmintonhøllini í Havn. Seinnu árini er ein fantastisk siðvenja komin í lag, har einstaklingaítróttargreinarnar badminton, judo og borðtennis rættiliga hava fingið vind í seglini í eini felags roynd, at fáa meira fokus á hesar ítróttargreinarnar. Sjónvarpið vísir finaludagin beinleiðis.
Men áðrenn finalistarnir eru funnir í Badminton, eru nógvir fjaðrabóltar slitnir upp uppi í badmintonhøllini hóskvøldi og fríggjakvøldi. Tá eru innleiðandi kappingarnar í Badminton, og tað hevur sjáldan verið so spennandi sum í ár.
Stórur spenningur er um, hvør kemur í finaluna í einmansleiki hjá monnum. Partvís tí at tað eru rættiliga nógvir spælarar sum kunnu spæla seg í finaluna í ár, og sjálvandi eisini tí, at finalan verður víst beinleiðis í sjónvarpinum.
Fremsti spælarin seinnu árini hevur verið Niklas Eysturoy, men hann verður ikki við, nú hann er skaddur.
Tað letur upp fyri øðrum møguleikum, og ein teirra er Aksel Poulsen, sum hóast fýra finaluplás enn ikki hevur vunnið FM.
Eisini eru Bjartur Lamhauge, Ragnar Jacobsen, Rógvi Poulsen, Magnus Gaard og Absalon Eysturoy góð boð upp á nýggjan føroyameistara, so alt í alt bendir tað mesta á eitt sera spennandi finaluumfar.