Klokkan 15.15 verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har KÍ viðhaldsfólk í dag fara at fagna 118 ára gamla Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum fyri fleiri vikum síðani tryggjaði sær meistaraskapin. Øll orsøk er hjá teimum í KÍ leguni at fagna teirra meistaraliði, tí tað er ikki komið fyri, síðani kappingin varð løgd eftir leistinum, sum hon nú er í, at FM heitið er vunnið so sannførandi.
Hetta er 20. ferðin, at KÍ vinnur FM. Fyrsta føroyameistaraheitið vunnu klaksvíkingar á ólavsøku í 1942 ella fyri 80 árum síðani, tá ið tað fyri fyrstu ferð varð skipað fyri landskapping í fótbólti.
Hóast fagnaðurin verður stórur í dag og í kvøld, so er kappingarárið ikki av. Um eina viku fer KÍ at spæla steypafinalu ímóti Víkingi. Tað verður á Tórsvølli, har væl fleiri enn túsund KÍ viðhaldsfólk longu hava tryggjað sær atgongumerki.
Allir spælararnir, sum hava verið á liðnum nógvu tær seinastu ferðirnar, eru tøkir, og tað er stór kapping um plássini. Spurningurin er, um liðið í dag verður í tí útgávuni, sum Mikkjal Thomassen ætlar, at liðið skal vera í um eina viku, ella um onkrir av teimum, sum eru eitt sindur darvaðir av skaðum, verða spardir í dag. Ta avgerðina eigur venjarin, men eingin ivi er um, at allir fegnir vilja sleppa upp í part í dag.
Tá ið næstbesta liðið í gjárkvøldið vann 3-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, vóru Børge Petersen og Dávid B. Andreasen á vøllinum allan dystin á tamb.
Í dag fara skálamenn fyri síðstu ferð í hesum umfarinum at spæla í bestu deildini. Hetta verður eisini síðsta ferðin, at Michael Bjørn Nielsen verður á beinkinum hjá Skála. Miðverjin Jákup Jakobsen er tøkur aftur eftir leikbann. Miðverjin Vukasin Tomic er darvaður av skaða í lærkrikanum. Tí er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla. Liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen er leikbannaður. Tað er møguleiki fyri – í hvussu so er í hesum umfarinum – at fleiri spælarar fara at umboða Skála.