Sunnudagin varð tað greitt, at talan verður ikki um finalu um meistaraheitið í Gundadali. Í B36 hava tey fegnast í hesi vikuni, og í dag er møguleiki longu síðani klokkan 10.30 at hittast í B36 húsinum til máltíð.
-Glansurin fór sjálvandi av hesum dystinum, tá ið tað sunnudagin varð greitt, at B36 er meistari. Men vit fara at gera alt tað, sum vit eru mentir fyri at vinna, sigur HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen.
Seinnapartin fáa HB spælararnir silvurkrónurnar. At tað ikki eydnaðist at endurvinna FM heitið er stórt vónbrot. Tað hava fyri tað mesta verið nógvir tómir stólar í HB skýlinum í ár, og tað er ikki víst, at tað verður fullsett í dag, hóast talan er um lokaluppgerð.
-Vit eru ovurfegnir um at hava vunnið tíggjunda FM heitið. Eisini tí tað undan kappingarbyrjan av so nevndu serfrøðingunum varð spátt, at B36 fór at enda á 6. til 8. plássinum. Einki kann taka gleðina yvir FM heitið frá okkum, men sjálvandi fara vit at gera alt tað, sum vit eru mentir fyri at seta verdugt punktum fyri hetta kappingarárið, sigur B36 liðformaðurin Jákup á Borg.
Hann hevur fimm ferðir áður vunnið FM. Við B36 í 1997, 2001 og 2011 og við HB í 2004 og 2006. Tað er ivasamt, um Hanus Thorleifsson og Jákup á Borg verða førir fyri at spæla ídag. Teir eru skaðaplágaðir. Tað er greitt, at Jákup á Borg fer at taka ímóti FM steypinum, og tað er greitt, at hann eisini næsta ár verður partur av meistaraliðnum.
B36 toppskjúttin Adeshina Lawal sá sunnudagin gult á Svangaskarði. Hetta var fimta gula kortið, og harvið er toppskjúttin leikbannaður ídag. Tí kann tað væl vera, at toppskjúttin longu hevur spælt sín síðsta dyst fyri B36 – í hvussu so er í hesum umfarinum. Søgurnar siga, at hann hevur skrivað undir sáttmála við ÍF.
Eftir sigurin á Svangaskarði segði B36 veteranurin Klæmint Matras, at tað er rættiliga sannlíkt, at hann nú leggur frá sær. Tað vil siga, at tað kann væl vera, at dysturin í dag verður tann síðsti hjá honum á besta B36 liðnum. HB liðformaðurin sigur seg ikki hava avgjørt, um hann fer at halda fram. Um hann heldur fram, so verður tað í HB, sigur Fróði Benjaminsen.
Tað mesta av kappingarárinum hava fleiri HB spælarar verið skaðaplágaðir, og soleiðis er tað eisini hesa ferð: Símun Samuelsen, Gunnar Haraldsen, Christian R. Mouritsen og Jóhan Troest Davidsen eru allir skaddir.
Báðar grannauppgerðirnar í Gundadali higartil í ár endaðu við javnleiki – 1-1 og 2-2.